Lækka prísin 3,5 milliónir

Vágatunnilin er skjótt skuldarfríur og eisini skuldin í Norðoyatunlinum er nógv lægri enn ætlað


- Tað sær betri út fyri næsta ár og tískil er rúm fyri at lækka prísin.

 

Tað sigur Uni Danielsen, stjóri í feløgunum, sum rekur Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.

 

Sum vit skrivaðu á in.fo í gjár, verður tað nú bíligari at koyra ígjøgnum báðar undirsjóvartunlarnar.

 

Tilsamans fara hesar príslækkingar at kosta teimum báðum tunlunum 3,5 milliónir krónur

 

Uni Danielsen sigur, at tað, sum ger støðuna hjá tunlunum ljósari enn áður mett, er, at ferðslan ígjøgnum teir er vaksin rættiliga fitt.

 

Men samstunds hava tey goldið lánini í tunlunum aftur nógv skjótari enn eftir upprunaligu ætlanini og sostatt spara tey fitt í rentuútreiðslum.

- Tá ið avlop er, skulu okkara viðskiftafólk fáa ágóðan, staðfestir Uni Danielsen

 

Hann sigur, at av tí at lánini verða goldin skjótari aftur enn ætlað, er Vágatunnilin næstan útgoldin og samstundis eru lánini í Norðoyatunlinum væl lægri enn hon átti at verið eftir upprunaligu ætlanini.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Una Danielsen greiða frá um príslækkingar og um støðuna hjá undirsjóvartunlunum.