Hagstova Føroya hevur í dag kunngjørt nýggjast tølini fyri fulltíðar arbeiðsleys í Føroyum.
Talan er um góð tíðindi, tí ikki síðani januar 2009, hevur talið av árstíðsjavnaðum arbeðisleysum verið so lágt sum fyri september.
Árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið hevur ligið støðugt á 3 prosent síðani í apríl, men er í dag minkað til 2,7 prosent.
Frá august til september er talið av arbeiðsleysum minka úr 804 fólkum til 736 fólk.
Tað er ein minking á 68 fólk. Um samanmett verður við september í fjør, so eru 247 færri fólk arbeiðsleys í september í ár.










