Fyri okkum vanligu menniskju, verður tað ein trupult uppgáva at fáa hendur á Burberry kollektióina S/S12, sum enn ikki er almannakunngjørd.
Men fyri onnur skal einans ein uppringing til. Heimskenda songkvinnan, Lady Gaga, hevur í øllum førum fingið hendur á sera nógv umrøddu kollektiónina S/S12, sum er tann nýggjasta frá Burberry. Burberry er eitt merki, sum er ógvuliga kostnaðarmikið. Teirra bíligastu taskur liggja um 10.000 krónur.
Í dag eru myndir tiknar av Lady Gaga í London, har hon er í hesum klæðunum frá Burberry S/S12.
Lady Gaga er kend fyri at fáa hendur á júst tað henni ynskir, so tað er helst ikki skelkandi fyri mótamiðlar kring heimin, at hon er tann fyrsta, sum er ílatin hesi klæði.
Við óteljandi hittum seinastu árini er Lady Gaga í dag vorðin ein tann mest eftirspurda songkvinnan í heiminum.