Lady Gaga avlýsir Keypmannahavn

hon er so illa fyri, at hon mátti avlýsa fleiri konsertir

Ætlanin var, at Lady Gaga skuldi framføra í Royal Arena í Keypmannahavn 17. februar. Men tann konsertin er avlýst. 

 

 

Fleiri aðrar konsertir á konsertferðini "Joanne" eru eisini avlýstar. Á Twitter verður upplýst, at Lady Gaga hevur avlýst 10 konsertir á konsertferðini, tí hon er illa fyri.

 

 

Tíverri hevur Lady Gaga svára pínu, og pínan ávirkar hana soleiðis, at hon ikki fær framført live, stendur á Twitter.

 

–Í gjár avgjørdi Lady Gaga saman við læknatoymi sínum at taka ta torføru avgerð at steðga konsertferðini við tað sama.

 

 

–Hon er nú í viðgerð hjá serfrøðingum, sum arbeiða í tøttum samstarvi við henni, soleiðis at hon áhaldandi kann framføra fyri fjepparum sínum í fleiri ár afturat, stendur framhaldandi.

 

Síðani vórðu eini onnur boð løgd áTwitter vangan hjá henni seinni, og tey boðini tyktust at vera frá popstjørnuni sjálvari.

 

 

–Eg eri so kedd av hesum, og eg veit ikki, hvussu eg skal lýsa tað. Eg veit bara, at geri eg ikki hetta, so standi eg ikki fast við orðini ella týdningin av tónleikinum hjá mær, skrivaði hon.