Tað ger leiðarin í bretska javnaðarflokkinum, sum er andstøðuflokkur, Keir Starmar, við fleiri journalistar sambært The Guardian.
Labour, sum sambært nýggjum kanningum stendur til ein sannførandi valsigur, var undir fólkaatkvøðuni í 2016 ímóti, at Bretland skuldi úr ES.
– Vit fara ikki aftur í ES, vit koma ikki aftur í innara marknaðin ella tollsamgongu, sigur hann.
Bara 18 prosent av teimum spurdu í eini kanning fyri kortum vistu sambært kanningini støðu hjá Keit Starmers á hesum øki.
/ritzau/