Labour fær fleiri veljarar

Bretski arbeiðaraflokkurin Labour hevur fingið nógvar veljarar afturat síðani parlamentsvalið í fjør, samstundis sum teir báðir stjórnarflokkarnir hava mist undirtøku. Ein nýggj meiningakanning vísir, at Labour hevði fingið 43 prosent av atkvøðunum, um parlamentsval hevði verið í dag. Tað er fýra prosentstig meiri enn í einari kanning í desember og tað mesta, sum flokkurin hevur havt tey seinastu trý árini.

Hinvegin hevði tann konservativi flokkurin fingið 33 prosent, sum er fimm prosentstig minni enn í desember og tað minsta, síðani flokkurin kom til valdið í mai í fjør.

Eisini in stjórnarflokkurin, liberaldemokratarnir, hevur mist veljarar. Flokkurin hevði fingið 13 prosent, um val var í dag. Tað er tvey prosentstig minni enn í kanningini í desember.