Nógv onnur spennandi ting eru í Lalandia, enn bara baðilandið.
Tað er sum ein lítil býur, alt innandura við øllum hentleikum. Tú kanst spæla golf, bowla, hoppa trampolin, spæla í stóra spæliplássinum, spæla okkurt í ítróttarhøllini ella verða í fitness - ella brúka eitt sindur av pengum í øllum spælimaskinunum sum eru har. Ella fáa sær ein bita á teimum góðu matstøðunum.
- Tey sum ikki hava bil, ella ikki tíma at koyra við bili, kunnu brúka Lalandiatokið at koyra frá summarhúsinum yvir til baðilandið og alt annað sum er har. Tokið tekur eisini barnavognar.
Summarhúsini eru í hóskandi stødd, og møguleiki er at sita uttandura. Smá spælipláss eru eisini ymsa staðni millum summarhúsini.
Legoland er eisini beint við, bara yvir um vegin. Har kann mann brúka fleiri dagar, um mann skal royna alt. Alt er jú ókeypis tá tú ert komin inn.
Flogvøllurin er eisini beint við, so ein kann síggja nógv var flúgvarar í luftini, um ein hevur áhuga í tí.
- Hetta var sera spennandi fyri børnini, vísir Ása Beder á