Lionel Messi hevur boðað frá, at hann vil úr FC Barcelona, men tað er avbjóðingar á vegnum. Tað er ein átekning í sáttmálanum, ið loyvir honum at skifta ókeypis, men leiðslan í sponsku landskappingini, La Liga, hevur í dag staðfest, at átekningin ikki er galdandi.
Tað snýr seg í stuttum um, at FC Barcelona hevur rætt til at krevja fimm milliardir krónur fyri Lionel Messi, áðrenn felagið er tvingað at selja sjeyfalda Ballon d’Or vinnaran. Hinvegin hevur Lionel Messi eina átekning, sum sigur at hann kann skifta frá FC Barcelona á hvørjum ári ókeypis, um hann boðar felagnum frá í seinasta lagi í mai mánaði.
Orsaka av koronasteðginum, so er alt fótbóltsárið flutt og tí kemur tvístøða millum hvussu partarnarir tulka átekningina. Legan hjá Messi sigur, at tað boðini komu til tíðina við støðuni í huga, meðan FC Barcelona sigur at upprunaligi sáttmálin er galdandi.
Nú hevur leiðslan í La Liga, sum umsitur sáttmálarnar við spælarar í landskappingini, staðfest at FC Barcelona hevur rætt at krevja upp til fimm milliardir krónur, sum tað stendur í sáttmálanum. Tað var hendan sama átekningin, sum Paris Saint Germain brúkti, tá teir í 2017 keyptu Neymar Jr fyri næstan tvær milliardir krónur. Tá kundi FC Barcelona einki gera.
##med2##
Allir spælarar hjá FC Barcelona møttu til venjing í dag uttan Lionel Messi. Tað verður mett sum enn eitt greitt tekin um, at argentinski bóltsnillingurin hevur sett sær fyri at skifta. Hann er settur í samband við Manchester City, sum við venjaranum, Pep Guardiola, fyrrverandi leiðslumonnunum í FC Barcelona, Ferran Soriano og Txiki" Begiristain, og nógvu pengunum frá eigarainum í Abu Dhabi, er favorittur at fara avstað við Lionel Messi.