Laðaðu kirkjuna við 7777 steinum

2. hvítusunnudag í 1911 varð kirkjan í Hesti vígd av táverandi prósti, Fríðrikki Petersen. Nú, 100 ár seinni, verður dagurin hildin við gudstænastu, har Jógvan Fríðriksson, bispur verður við.

Henda dagin verður skipað fyri hátíðargudstænastu í Hesti, har Bergur D. Joensen, prestur eisini tekur lut.

Kirkjan varð teknað av Magnusi Jacobsen, arkitekti í Havn - vanliga nevndur Magnus á Kamarinum.

Kirkjan, sum er bygd dygst við bakkatromina, er laðað av gróti uttan, og er klødd við timbri innan.

Sagt verður, at kirkjan er laðað av 7777 steinum. Laðingin sæst tó ikki í dag, tí kirkjan er pussað uttan.