Rochus Misch, lívverji hjá Hitler, sigur nú sannleikan um síðstu dagarnar undir seinna veraldarbardaga. Tá Mish 2. maj í 1945 rýmdi úr bunkaranum og kom inn á tokstøðina Keiserhof, hoyrdi hann hawaitónleik. Soleiðis endaði kríggið fyri hansara viðkomandi; í tí óveruliga. Bein áðrenn var hann rýmdur úr bunkaranum, har ?førarin? og kona hansara , ið júst vóru vígd, tóku egnu lív síni. Misch er einasta vitni til at nazistýrið endaliga gekk til grundar, sum er á lívi. Hann er vorðin 90 ára gamal og nú sigur hann søguna.
Hann minnist, at Eva Braun sat deyð í einum sofahorni í førarabunkaranum við beinunum uppi undir sær, og vend mótvegis Hitler. Mangt er ógreitt um síðstu dagarnar í bunkaranum, millum annað er ósemja um, hvør gav boð til at myrða Fegelein, herovasta. Misch sigur seg vita, men sigur seg ikki vilja siga hetta.
Misch býr í dag í lítlari íbúð í friðaligari gøtu í Berlin, men finnur sjálvur ongan frið, tí telefonin kimar áhaldandi, og postur kemur úr øllum heiminum. Eftir kríggið var Misch fangi hjá russum og sat í átta ár fangi í Sibir og Kasakhstan. Í 1953 vendi hann heim at skapa sær eina nýggju tilveru í táverandi Vestur Berlin. Nú hevur hann skrivað bók, sum kemur út í Týsklandi í heyst. Bókina kallar hann; Eg var lívverji hjá Hitler?.
Kelda: www.startsiden.no