- Ommudid í Havn sendir mær á hvørjum ári skóleistar, og eg eri fullkomiliga bundin av teimum, sigur Cecilie Stenspil, høvuðsleikari í sjónvarpsrøðini Lívverjarnir 29 ára gamla Cecilie Stenspil er nýggja stjørnuskotið í donskum sjónvarpi. Hon hevur ein av høvuðsleiklutunum í stórslignu sjónvarpsrøðini Lívverjarnir, sum eisini verður víst í føroyskum sjónvarpi.
Pápi Cecilie Stenspil er ættaður úr Føroyum, og Cecilie hevur fitt av familju í Føroyum.
- Ommudid í Havn sendir mær á hvørjum ári skóleistar, og eg eri fullkomiliga bundin av teimum, sigur Cecilie Stenspil.
- Eg skilji nøkunlunda føroyskt, um fólk tosa róliga, men eg dugi ikki at siga nógv á føroyskum, og so eri eg kedd um, at eg ongantíð havi verið í Føroyum og vitjað, sigur hon.
Í Morgunsendingini á Rás2 í morgin verður samrøða við Cecilie Stenspil, og tá ber eisini til at hoyra hana tosa føroyskt.