Lívsvinur farin

Kæri vinur, kæri gamli »svigerfar«, kæru víkarvinir!

Kristian, takk fyri alt, takk fyri tína blómandi ávirkan á lívið rundanum teg. Fyri lívsgleðina, lívssjarmuna, smílið, glimtið í eyganum, tær beinraknu, skemtiligu og genialu viðmerkingarnar og eygleiðingarnar, tíni evnir at gleða fólk og allarmest, takk fyri títt stóra hjarta, tað óvanliga stóru kærleikskelduna tú átti í tær.

Vit standa spyrjandi, hvussu ber tað til, kundi hetta ljósið slóknað? Kristian hjá Kallu, tað ber ikki til! Vit skuldu fletta í heyst, vit skuldu tosa og sludra um tað farna og tað komandi, njóta lívið við góðum práti, við góðum vertskapi, einum góðum kjøtbita av gerðisveðrunum við øli og snapsi afturvið. Hóast gulldagarnir í 5. deild eru farnir, hóast glaða stríðið í súrhoygginum er av - ja so skuldu vit allíkavæl eina rúgvu afturat saman!

Eg fylgdi við tær, og hóast eg kenni útlitini tá slík sjúka rakar, so vildi eg ongantíð trúgva tí. Kontanti veruleikin hevur ilt við at festa seg í mínum sinni. Tað verður helst ein løta, áðrenn akseptin tekur við.

Men tú góðtók og loyvdi tí at henda, sum mátti henda. Tú vart lívsvísur. Fyrstu tíðina var tað vónin og lívið, ið átti allan dentin. Síðani helt tú fast við at gleðast um løtuna og fáa tað besta burturúr.
Tú rúmaði tilstandinum og helt áfram at gleða og luttaka í lívinum. Tú gjørdi tað á vakran hátt, við hjartanum opnum í umfevnan av tínum kærastu. Tú vildi í føðingardag hjá versoninum Jógvan í Tjørnuvík, hóast tú ikki orkaði. Hetta var allarseinasta løtan við familjuni í heimaumhvørvinum. Lívið skuldi livast allan vegin, og so var bara at lata lagnuna ráða. Sera vakurt, friðsælt og lívsvíst.

Missurin er stórur. Tómrúmið er so sera stórt nú og verður tað í komandi tíð. Allarstørst hjá tínum kæru nærmastu, Helenu, Mariu og hinum børnunum, barnabørnunum, brøðrunum, verbørnunum o.fl. Men missurin er sanniliga stórur hjá einum stórum skara av vinum og kenningum, ið hava upplivað tína persónsmensku og vóru smittaði av tínum lívsneista. Skarin er úr lívsins ymsu herðaldshornum, sjómenn, sjónleikarar, mekanikarar og oljufólk, hondbóltspælarar, fótbóltspælarar, fótbóltsfjepparar, kapprógvarar og róðrarfjepparar, fimleikarar, fjallmenn, politikarar, tey eldru, smábørnini osfr osfr. Tú spenti óvanliga vítt.

Men minnini og gleðin standa eftir, tøkkin fyri alt tað tú hevur verið fyri so mong.
Vit kunnu øll takka tær so ómetaliga nógv og brúka tað positivt framyvir.

Í mínum lívi vart tú avgerandi. Av sonnum ein lyklapersónur. Fyrstu ferð eg hoyrdi um teg var umvegis svágin, víkarmannin Kristjan á Neystabø. Hann tosaði um ein annan Kristian í Vík, sum var so ólukksáliga stuttligur. Poul bróður tín upplivdi eg fyrst í kjallaranum hjá Kristjan á Neystabø, har vit flettu. Eg helt at Poul var nakað fyri seg, livandi, sjarmerandi, hittinorðaðan. "Kristian er ikki mætari" segði Kristjan. So komst tú, stríðandi við einum illa samstarvandi veðri, og eg mátti bara flenna beinanvegin, tá fyrsta viðmerkingin hjá tær fall: "Hasin veðrurin skuldi langt síðani havt fingið reyða kortið, fyri hesar skitnu taklingarnar"! Allur kjallarin var beinanvegin í skellilátri. Soleiðis vart tú, soleiðis ávirkaði tú hini.

Harfrá bleiv sambandið bara betri og nógv djúpari. Tú gavst mær alt eitt menniskja kann geva, treytaleysan kærleika, eitt pláss í tínum heimi, uppaling og góð lívsráð. Ein heilt serligur menniskjakennari vart tú, eg lurtaði við stórum oyrum eftir tínum hugleiðingum um samfelag og fólk og kendi við hita í sál, hvussu væl tú kendi mítt lyndi, dugdi at handfara tað og ráðgeva: í alingini, arbeiði annars og eisini í kappróðrinum – ikki minst tá vit báðir Johnny stríddust í tínum kjalarvørri umborð á Víkarbátinum, osfr. Hetta sama líka nógv í tí, sum er á skránni nú, hóast vit ikki hava hitst líka oftani sum fyrr. Eg havi altíð verið móttikin sum húsfólk, kent meg púra tryggan.
Fevnandi hjartarúmið var eitt serligt eyðkenni, tú hevði frá tínum fólki har norði.

Tíðarskeiðið hjá mær í Vík var ein hurð til lívsmenning, stuttleika og gleði. Og kontakt við ein part av mær sjálvum, eg ikki kendi áðrenn. Har vart tú í miðdeplinum í einum flokki av fólki, ið høvdu hesa ávirkan. Eg kenni onkursvegna, at tit settu meg á flog út í lívið. Kona tín Helena, mamma tín Kalla, bróðir Poul og Hansa Andrea, bróðir Mikkjal og familja, svigermor Tønsa og øll børnini í hesari serligu familjumentan. Umframt aðrir knassar í eldra ættarliðnum, Pauliver og onnur.

Hóast samveran seinastu nógvu árini ikki hevur verið so tíðum, so hevur hon verið akkurát líka góð og sterk. Bindingarliðurin hevur verið kjallarin hjá tær og Helenu. Leikvøllurin hjá øllum ættarliðum, har sveittastreymar hava runnið fyri at tryggjað kjøtið og stoltu ásirnar, men størsti týdningurin og endamálið í tí gleðiliga stríðnum hevur verið samveran millum fólk, ið eru góð við hvønnannan. Kærleikin. Og hóast orkan seinasta heyst ikki var tann gamla, so var tín sosiala ávirkan tann sama, har tú gekst og tøssaði við spulislanguni. Hetta lagið verður aldrin tað sama, nú tú ert farin; men kenni eg bróður tín Poul rætt, so gevast vit ikki. Tú verður ikki har fysiskt, men í andanum verður tú verandi, kæri vinur.

Missurin av tær rakar eina nerv, rakar á eitt sárt stað. Eg kenni hjálparloysi. Eitt ella annað signal um at eitt lívskapittul er liðugt. Men lat okkum nú brúka hugburðin tú lærdi okkum, at síggja tað positiva og skemtiliga og gleðast um lívið her á fold meðan vit hava tað.

Í sorgini gleðist eg um tann veruleika at familjan har norði er so tætt knýtt. At so nógv gott fólk stendur saman. Fólkið og familjan er eitt fjálgt og gott høpi hjá Helenu og Mariu at vera í, í hesari sorgarstund. Kærleiksyvirskotið er so stórt og kemur líðandi at vinna á sváru sorgini sum nú er. Og vit kunnu finna gleðina og smílini aftur.

Friður verið við minninum um Kristian Samuelsen
-----
Heini