Lívstryggingin gjørdi munin

Tað var serliga spurningurin um lívstrygging hjá limunum í S & K felagnum, sum var orsøkin til, at felagið gjørdi av at melda seg úr Føroya Arbeiðarafelag

FAKFELAG

Eykaaðalfundurin hjá S & K felagnum byrjaði við at formaður felagsins greiddi frá, hví nevndin hevði tikið avgerð um at melda seg úr FA.
 S & K felagið er eitt stórt fakfelag, sum hevur sín egna sáttmála við FAG. Nevndin hevur sjálv gjørt samráðingaruppleggini eins og staðið fyri sáttmálasamráðingunum við FAG. S & K felagið hevur eisini sjálvt avgreitt ósemjur/trætur/ivamál, sum hava verið innan økið hjá S & K felagnum.
Nevndin í S & K felagnum hevur á nøkrum aðal- og tjakfundum hjá FA sett spurningar viðvíkjandi veitingunum úr lívstryggingarskipanini hjá FA. S & K hevur ikki verið nøgt við tær veitingar sum hava verið. S & K metti ikki, at svørini uppá spurninarnar vóru nøktandi og setti seg tí sjálvt í samband við ALKA, sum er tað felagið, sum FA hevur sínar lívstryggingar hjá, og við Føroya Lívstrygging. Hetta fyri at finna útav, hvat S & K sjálvt kundi bjóða sínum limum. Tey tøl sum komu fram, bæði frá ALKA og Føroya Lívstrygging, vóru munandi hægri, enn við verðandi skipan hjá FA.
S & K nevndin metti, at tilboðið frá Føroya Lívstrygging var betri enn tað frá ALKA og bjóðaði tí umboð frá Føroya Lívstrygging við á eykaaðalfundin til at hava eina framløgu um, hvat Føroya Lívstrygging kann bjóða S & K.
Tilboðið frá Føroya Lívstrygging varð samanborið við núverðandi skipan hjá FA.
Í dag fer helvtin av limagjaldinum hjá S & K til FA. Tað eru rættuliga stórar upphæddir, og metir nevndin í S & K, at tær tæna limunum best við at verða verðandi í S & K felagnum.
Uppskot er um at seta ein part av hesum limagjaldi í lívstryggingargrunn, soleiðis at tað er pláss fyri at betra um útgjøldini á hvørjum ári.