Lívssøgur skulu hjálpa misnýtarum

Blái Krossur hevur nú givið fólki møguleika til at skriva sína lívssøgu og leggja hana út á heimasíðuna hjá Bláa Krossi www.blakross.fo" www.blakross.fo.

Ásbjørn Jacobsen er kunningarleiðari hjá Bláa Krossi. Hann metir, at hetta kann vera við til at hjálpa misnýtarum í stríðnum at sleppa úr misnýtsluni og eisini teirra avvarandi.

- Okkara royndir siga, at tað er ein góð hjálp at deila lívssroyndir. Tað er gott at kunna lesa um onkran sum er í somu støðu sum tú. Tað kann vera uppmuntrandi og lærandi at lesa um onnur.

- Misnýtarar kunnu kenna seg einsamallar, og tað er gott at vita, at tú ikki stendur einsamallur. Tað er ein troyst í sjálvum sær, sigur Ásbjørn.

Sum er liggja tvær lívssøgur á heimasíðuni. Onnur er dulnevnd, men hin er ikki, tí at hon hevur staðið í Blákrossblaðnum við navni. Annars er ætlanin, at øll skulu vera dulnevnd.

- Vit vilja fegin, at øll vera dulnevnd. Endamálið er at hjálpa fólkið við at deila royndir. Tá er navnið óviðkomandi, sigur Ásbjørn.

Blái Krossur hevur nógv jørn í eldinum fyri tíðina. Ásbjørn greiðir frá, at tey vilja alla tíðina vaksa um virksemið.

- Ja, tað hendir nógv hjá okkum. Vit víðka um okkara virksemi við nýggjum tiltøkum og verkætlanum. Tað kemur meira enn, sum tó ikki er almannakunngjørt enn, sigur hann.

Hann metir, at tað er tørvur á at hava ein felagsskap sum Blá Kross.

- Tað er stórur tørvur á báðum frontum. Tá ið eg sigi “frontum”, meini eg við innan fyribyrging og hjálp til misnýtarar. Innan fyribyrgjandi arbeiði er tað serliga Sjúrður, sum hevur nógv jørn í eldinum. Hann er í heilum úti til fyrilestrar.

Blái Krossur ger seg galdandi, og teir hava ætlanir um enn meira. Teirra endamál er, at fyribyrgja misnýtslu og hjálpa misnýtarum og avvarandi teirra. Limirnir í Bláa Krossi gera eina moralska avtalu um, at tey ikki vilja nerta rúsandi løg, so leingi tey eru limir.