Lívskvalitetur til limirnar er fremsta lønin

- Sjálvandi ynski eg góða løn til limirnar. Men tað er líka týdningarmikið, at teir hava eitt gott lív. Hetta sigur danski fakfelagsbossurin, Poul Erik Skov Christensen, formaður í størsta danska verkamannafelagnum, 3F, sum vitjar Samtak í hesum døgum


Arbeiðsmarknaður

Rigmor Dam

rigmor@sosialurin.fo

Mynd: Jens Kristian Vang


Her er ongin ivi. Hann er tungur, grovmæltur, skallutur við gráum skeggi og brillum, og hevur eitt fast lógvatak og smílandi eygu: Ein ordiligur fakfelagsbossur is in town!


Poul Erik Skov Christensen er formaður í størsta danska fakfelagnum, 3F, sum umboðar nøkulunda somu starvsbólkar sum verkamannafeløgini í Samtak. Tað vil siga faklærdar og ófaklærdar arbeiðarar innan allar vinnugreinir.

Í felagnum 3F eru heili 325.000 limir, bæði konufólk og mannfólk, og tað eru nú fýra á síðani, at tey bæði verkamannafeløgini KAD (kvinnurnar) og SID løgdu saman, og soleiðis gjørdust størsta felagið í Danmark: 3F.

Samtak bjóðaði umboðum fyri donsku verkamannafeløgini upp til Føroyar at greiða frá um samanleggingar til størri eindir. Eisini varð prátað um, hvussu danir fáa nýggjar limir, og hvussu teir royna at varðveita limaskarðan.

Umleið 60 fólk møttu upp á ráðstevnuni hjá Samtak, sum var í gjár, mánadag, og hetta vóru nógv fleiri, enn tey høvdu vónað og væntað hjá Samtak.

Úr 3F vóru tvey umboð, sum greiddu frá: Pau Jensen, lokalformaður, og Poul Erik Skov Christensen, landsformaður.

Nú, fáar tímar áðrenn donsku gestirnir fara av landinum aftur, hitta vit formannin, Poul Erik Skov Christensen til eitt prát um avbjóðingarnar hjá nútímans verkamannafeløgum.


Samanleggingar

Í grannalondunum hava feløgini samstarvað og lagt saman í nógv ár. Hetta hevur higartil bert verið til umrøðu her á landi. Tí hevur tað framvegis ikki eydnast at røkka einari semju um, hvussu hetta møguliga skuldi farið fram. Tað nærmasta vit koma samstarvi, er Samtak, sum er felags skrivstova og heimasíða hjá stóru verkamannafeløgunum, umframt, at tankar hava verið frammi um at skipa feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum onkursvegna. Men veruligar samanleggingar, sum 3F ella LO fyri tað, kenna vit onki til. Tí leggja vit fyri við at práta um samanleggingarnar í Danmark. Poul Erik Skov Christensen greiðir frá, at upp gjøgnum nítiárini løgdu fleiri feløg saman og fyri fýra árum síðani tey síðstu KAD og SID, so verkafólk í øllum landinum nú eru savnaði í 3F.

- Limirnir í feløgunum hava somu arbeiðsgevarar, og tí er tað natúrligt, at vit samstarva, samráðast og standa saman á nógvum økjum. Eisini í sambandi við verkføll og tiltøk kunnu vit gagna hvørjum øðrum. Til dømis kann bilførarin í oljubilinum nokta at koyra til eina fyritøku, sum tiltøk eru vend ímóti, sigur Poul Erik Skov Christensen. Hann greiðir víðari frá, at í sambandið við raksturin av feløgunum, er nógvur peningur at spara, tá ið lagt verður saman.

- Vit sóu tað, tá ið tey bæði størstu feløgini hjá okkum løgdu saman til 3F. Rakstrarútreiðslurnar, sum feløgini høvdu staðið fyri hvør í sær, fóru niður í eina helvt longu fyrsta árið, so tað var ein stórur fyrimunur longu har, sigur hann.

Men samstundis hava stórar eindir eisini nýggjar avbjóðingar við sær, eitt nú við at fáa limirnar í talu.

- Tí arbeiða vit nógv við hugtøkum sum opinleika og gjøgnumskygni, tí limirnir skulu kenna á sær, at hóast felagið er stórt, skal tað umboða áhugamálini hjá tí einstaka, sigur hann.


Tvey greið mál

Fyri framman liggja stórar avbjóðingar hjá verkamannafeløgum í øllum vesturheiminum. Sambært danska fakfelagsleiðaranum eru tvey øki, sum eru avbjóðandi fyri alla rørsluna: Førleikamenning av verkamannafjøldini og arbeiðsumhvørvi. Hesi satsøki hevur 3F sett sær fyri at fokusera serliga upp á til 2015.

Í øllum vesturheiminum minkar eftirspurningurin á ófaklærdari arbeiðsmegi, meðan tørvurin á faklærdum hækkar. Tí eru umskipan og umskúling av arbeiðarafjøldini hugtøk, sum verkamannafeløgini í londunum kring okkum brúka nógva orku uppá – eisini í Danmark.

- Roknað verður við, at í ár 2015 fara 150.000 ófaklærd arbeiðsfólk av arbeiðsmarknaðinum, meðan tørvur verður á 150.000 fleiri faklærdum arbeiðarum í Danmark. Umskúla vit ikki fjøldina nú, er stórur vandi fyri, at ófaklærda arbeiðsmegin kemur út á ein sosialan glíðubana og enda á einum síðuspori, sum vit absolutt ikki ynskja fyri limirnar, sigur Poul Erik Skov Christensen.


Niðurslitin arbeiðsmegi

Í mun til hina avbjóðingina, arbeiðsumhvørvi, greiðir Poul Erik Skov Christensen frá, at allar kanningar vísa, at limir teirra sum heild hava eitt vánaligari lív enn onnur; her verður serliga hugsað um heilsustøðuna hjá fólki.

- Limir okkara eru í størri mun útkoyrdir og niðurslitnir. Tað eru teir, sum standa longs í bíðirøð, fyri at koma til kanningar og viðgerðar í heilsuverkinum. Teir hava lægsta miðallivialdurin, fáa oftast bróstkrabba og hjartasjúkir og fáa oftast fyritíðarpensjón, tí teir verða niðurkoyrdir og útbrendir av stressi og knossi gjøgnum eitt langt og strævið arbeiðslív. Eitt arbeiðslív, har teir millum lítla og onga ávirkan hava á egnan arbeiðsdag, sigur Poul Erik Skov Christensen. Hann metir, at júst hetta við ávirkan og medábyrgd á arbeiðsplássinum, eru lutir, sum skulu raðfestast ovarlaga, skulu fólk ikki brenna út.

Hann greiðir víðari frá, at um limir teirra høvdu eins gott arbeiðsumhvørvi og aðrir starvsbólkar, kundu 62.000 fleiri fólk verið á arbeiðsmarknaðinum í Danmark. Fólk, sum nú sita niðurslitin heima og fáa hjálp frá tí almenna.

- Tí eru okkara fremstu avbjóðingar rættiliga greiðar: Førleikamenning og arbeiðsumhvørvi noyðast at vera ovast á dagsskránni fyri okkara felag. Tí, samstundis sum eg sjálvandi ynski, at limirnir fáa góða løn, hevur tað líka stóran týdning, at teir hava eitt gott lív, sigur Poul Erik Skov Christensen.