Lívsjáttandi tónleikur í Filadelfia

Ungdómstiltak: Fríggjakvøldið í næstu skipar Filadelfia í Havn fyri serstøkum ungdómstiltaki, sum verður nevnt Flare. Endamálið við Flare-tiltakinum er at savna ung til góðan felagsskap, har øll skulu kenna seg væl.

Nógvur tónleikur verður á skránni, har eitt nú bólkurin "Direct Level" fer at spæla. Tónleikarar og sangarar úr Filadelfia fara somuleiðis at spæla og syngja. Talan er um lívligan, glaðan og lívsjáttandi tónleik, har øll kunnu syngja við og lova Skaparanum.
Flare-tiltakið er tí ikki at meta sum eitt vanligt møti. Tiltakið fer fram í hugnaligum kaféumhvørvi. Høvi verður sjálvsagt at fáa sær drekkamunn og okkurt gott afturvið.
Sagt verður, at ætlanin er at Flare skal verða eitt afturvendandi tiltak.