Lívshættilig sjúka í Tofu

Heilsufrøðiliga Starvsstovan kallar nú vøruna Økologisk Tofu frá Urtekram aftur. Orsøkin er, at mistanki er um, at vøran inniheldur eitt vandamikið eiturevni, sum kann viðføra botulismu.

Botulisma er ein lívshættislig sjúka. Sjúkueyðkennini eru spýggja og møguliga leyst lív (diarré), síðani ólag á sjónina og vøddalamning (muskellammelser). Sjúkueyðkenni byrja vanliga 12-36 tímar eftir, at ein hevur etið eiturevnið.Um ein fær sjúkueyðkenni skal ein seta seg í samband við lækna alt fyri eitt.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðar frá, at hesar vørur verða afturkallaðar:

Tofu: fram til 26.04.2014 og 10.05.2014

Nutana vegetabilsk postej: fram til 25.04.2014

Vøran er møguliga seld í føroyskum handlum. Virkið, ið afturkallar er Urtekram A/S, 9550 Mariager.