Tvey kór í rørslu tvørtur um Atlantshavið, kalla tey tað, tá kvinnukórið Suð og rútmiski sangbólkurin Vokalkompagniet úr Keypmannahavn fara á pall saman í næstum ymsa staðni í Føroyum. Forvitnisliga samstarvið er komið í lag umvegis hugskotsfólk í Norðurlandahúsinum, sum hildu seg hóma eina heilt serliga tónleikauppliving við at seta hesi bæði kórini saman.
Syngja saman ...
Eisini kórleiðarin hjá Suð, Steinvør Fonn, heldur hugskotið vera frálíkt og serliga avbjóðandi, hóast kórini ongantíð hava sungið saman fyrr. Men stutt fyri jól var Steinvør á eini konsert hjá Vokalkompagniet, og hon lovar, at áhoyrarnir fara at uppliva eitt kór, sum er rættililiga nógv øðrvísi, enn vit eru von við.
- Til dømis hava tey koreografi til allar sangirnar, har tey við rørslum, fetum og eygnakøstum dramatisera sangin, uttan at tað tó verður til sjónleik. Tað var týðiligt, at hetta eru sera royndir sangarar, sum eisini hava nakað heilt serligt at bjóða, tá tað ræður um sjálva framførsluna. Tú keðir teg í øllum førum ikki eina einastu løtu, sigur Steinvør og leggur afturat, at tónleikaliga fevnir bólkurin sera breitt, men syngja serliga jazz, gospel, pop og løg úr sangleikum.
Og tað verður eisini innan hesar tónleikagreinarnar, at tey bæði kórini fara at syngja saman. Kórini hava sent hvørjum øðrum sangir og útsetingar, sum tey í løtuni venja hvør sær, áðrenn tey fáa møguleika at venja saman, stutt áðrenn konsertferðin byrjar.
... og hvør sær
Á konsertunum fara kórini eisini at syngja hvør sær, har Vokalkompagniet eigur størra partin. Har kunnu vit vænta okkum ymsar smakkroyndir av breiðu sangskránni hjá bólkinum við kompositiónum eftir millum annað Eva Cassidy, Stephen Sondheim, Chick Corea við kvintettum, oktetttum og solo innsløgum.
Suð ferð at framføra fleiri av sínum væl umtóktu sangum, eitt nú Lean on Me, Fly me to the Moon og Down by the Riverside umframt okkurt Kingo lag. Eisini verður dansur partur av onkrum lagi hjá Suð.
Konsertská:
Norðurlandahúsið: 11. apríl kl 19.30
Mentanarhúsið: 12. apríl kl. 19.30
Ósáskúlin: 13. apríl kl. 20.30