Búskaparsemjan gongur út uppá, at vit brúka partar av árliga vøkstrinum í búskapinum til at minka um danska blokkin. Hetta skal vera yvirornaða málið, sum allir flokkar – uttan mun til politiskan lit annars - kunna taka undir við.
Í røðu sínari í samband við løgmansrøðuna bjóðaði formaður Fólkafloksins Jørgen Niclasen at gera ein búskaparliga semju við hinar politisku flokkarnar. Í uppkotinum liggur, at Føroyar skulu tillaga seg einum sjálvberandi búskapi innan 2015. Danski blokkstuðulin skal tá vera burtur. Eisini liggur í uppskotinum at hava eina fólkaatkvøða um, hvørja støðu Føroyar tá skula hava til Ríkisfelagsskapin.
Uppskotið hjá Fólkaflokkinum byggir á egnu fatan floksins og ikki minnst, á tær útmeldingar, sum í seinastuni eru komnar frá hinum politisku flokkunum, frá visjón 2015 álitinum og frá fleiri búskaparfrøðingum. Danski blokkurin er oftari til ampa fyri tann føroyska búskapin enn til gagns.
Tað tykist sum allir flokkar hava tikið væl ímóti innbjóðingini frá formanni Fólkafloksins. Allir flokkar síggja týdningin av, at Føroyar fáa ein sjálvberandi búskap sum skjótast.
Eg var tí ikki sørt bilsin, tá eg las viðmerkingarnar hjá Høgna Hoydal til uppskotið frá nýggja formanninum í Fólkaflokkinum, tí hóast Høgni sigur, - at hann IKKI skal gera seg til dómara yvir Fólkaflokkin, so ger hann lítið annað enn døma flokkin í viðmerkingum sínum til Sosialin.
Fólkaflokkurin skal broyta seg nógv, áðrenn Tjóðveldisflokkurin tekur Fólkaflokkin fyri fult og skal broyta skattapolitik, fiskivinnupolitik, búskaparpolitik, sjálvstýrispolitik v.m., áðrenn hann aftur er reinur nokk til at kunna sleppa í fínustovu saman við Høgna Hoydal og hansara fólki.
Ein snertur av beiskni liggur í málbrúkinum.
Harmiligt, tí júst við eini búskaparsemju millum allar flokkar kundu vit fingið tillagað føroyska búskapin lagaliga til at verða sjálvberandi. Tá ongar peningaligar bindingar liggja ímillum Danmark og Føroyar longur, vil ein fólkaatkvøða uttan iva vera nógv áhugaverdari. Er blokkstuðulin ikki ein partur av Ríkisfelagsskapinum vil fólkaatkvøðan geva eina rætta mynd av, hvørji virði føroyingar leggja í Ríkisfelagsskapin. Mín persónliga fatan er, at stórur partur av føroyingum halda fast um Ríkisfelagsskapin einans orsaka av blokkstulinum.
At Høgni – nú Fólkaflokkurin rættur hondina – á ein so beiskan og niðurgerandi hátt leggur eftir manninum heldur enn eftir bóltinum, kann bert botna í onkrum ringum og ófrættakendum, og rennur einum í hug tey uppslítandi og niðurbrótandi eljustríð, sum javnt og samt vóru millum fullveldisflokkarnar stórsta partin av skeiðnum hjá fullveldissamgonguni og sum loksins tóku lívið av hesi. Skal føroyskur fullveldispolitikkur framhaldandi stjórnast afturlítandi ? Er ongin møguleiki fyri at liva lívið frameftir, og við virðing fyri tí grundleggjandi muni, sum er millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin.
Fólkaflokkurin er ein borgarligur fullveldisflokkur. Stevnuskrá floksins er púra greið. Hinvegin er Tjóðveldisflokkurin ein vinstrahallur loysingarflokkur. Fullveldismálið er kanska ikki einasta mál, sum flokkarnir hava felags, men so avgjørt tað sterkasta. At stór ósemja er millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin á so mongum økjum, eigur Tjóðveldisflokkruin at kunna seta til viks í støðutakanini til sjálva semjuna, og - uttan at eg annars skal diktera Tjóðveldisflokkinum, hvat hann skal meina – so dugi eg ikki at síggja nakra haldgóða grund fyri, at Tjóðveldisflokkurin ikki treytaleyst kann stuðla semjunroyndini. Sjálvt um tað eru mál, sum eg persónliga sá loyst øðrvísi, so er púra greitt, at grundarlagið fyri at halda fram í stríðnum fyri at vinna føroyingum fult ræði á egnum landi , er ikki í vanda á nakran hátt. Alt er bara ein spurningur um hvat VIT í Føroyum vilja.
Høgni Hoydal eigur at sleppa tápuliga ”reinførisørðskapinum” um hvør er góður nokk og ikki. Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin eru ymiskir á máli um allarflestu samfelagsuppgávur, men semjutilboðið frá formanni fólkaflokksins átti ikki at verið eitt av teimum.
Kierkegaard sigur nakað soleiðis, at lívið skal skiljast aftureftir, men livast frameftir og hesi orð átti Høgni Hoydal at lagt sær í geyma.