Nú skulu vit hava eina eldralóg í Føroyum.
Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Í løtuni eru tey í almannamálaráðnum í ferð við at orða eitt upplegg til ein føroyskan eldrapolitikk.
Hetta uppleggið verður lagt fyri Føroya Løgting í januar og tá fer Løgtingið at hava aðalorðaskiftið um, hvussu ein føroysk eldralóg skal vera.
Hetta verður ein lóg, sum skal áseta virðisgrundarlagið fyri, hvussu umstøðurnar hjá teimum eldru í Føroyum skal vera, sigur landsstýriskvinnan.
Hon sigur, at hendan lógin skal tryggja umstøðurnar hjá teimum eldru, nú eldraøkið verður lagt undir kommunurnar at verða umsitið á nýggjárinum 2014.
Annika Olsen sigur, at høvuðstátturin í eldrapolitikkum í framtíðini verður, at umstøðurnar skulu skipast so, at tey eldru kunnu vera heima í egnum bústaði sum longst.
Tey eldru vilja vera heima sum longst og tað skulu vit skapa umstøður til, sigur hon.
Ein týðandi partur í tí verður at tryggja eldrabústaðir so at fólk fáa umstøður til at sleppa av við stór sethús og fáa sær ein meiri hóskandi bústað, tá ið tey verða eldri.
Men tær heilsuligu fyriskipanir, sum krevjast fyri at fólk kunnu vera heima sum longst, skulu sjálvandi eisini styrkjast.
Í hesum sambandi varð eisini nevnt, at tað verður neyðugt at styrkja heimarøktina, so at tey eldru kunnu verða heima sum longst.