Miðalaldurin í ríka partinum av heiminum økist alsamt. Helvtin av teimum børnum, sum verða borin í heim nú, fara at liva, til tey eru yvir 100 ár. Tað skrivar tíðaritið The Lancet og byggir tað á tíðindi, teir hava fingið frá fleiri ymiskum granskarum. Talið av eldri fólkum, sum liva leingi uttan varandi mein, er eisini økt.