Eg slapp at vera fluga á vegginum einar 14 dagar, tá ið ein ommudóttir skuldi skifta frá vøggustovu til barnagarð. Hesir dagar vóru heilt ómetaliga læruríkir fyri meg. Ikki einans sá eg starvsfólk hvønn dag kýta seg langt út um tað, vit kunnu krevja av starvsfólki, eg sá eisini, hvussu pressaður gerandisdagurin er á einum vanligum dagstovni í Havn.
Eitt tað besta eg veit, er at avlevera og at heinta ommubørn á stovni. Tað er hvørja einastu ferð eitt gott upplivilsi. Verði møtt vinarliga – hóast tíðin hjá starvsfólkunum er knøpp. Og fái eina greiða viðmerking um, hvussu dagurin hevur verið.
Hugsi mangan, hvussu nógv fløkt og trupul viðurskifti starvsfólkini hvønn dag skulu fyrihalda seg til – og sum tey aloftast finna loysnir uppá, sum eru bestar fyri barnið.
Eg síggi tíverri eisini, hvussu starvsfólkini fella frá.
Nú skulu vit taka annað skinn um bak – lurta eftir starvsfólkunum og hoyra, hvat tey siga.
Gott lív til børnini
At tryggja øllum børnum ein mennandi gerandisdag er fremsta skylda okkara, sum kommuna og sum samfelag. Næstan øll børn (omanfyri 95%) undir skúlaaldri eru hvønn dag á dagstovni í Tórshavnar Kommunu. Men umstøðurnar at arbeiða á dagstovnaøkinum eru ikki nóg góðar. Hóast vit hava útbúgvið nógvar námsfrøðingar, so velja fleiri teirra økið frá, av teirri einføldu orsøk, at tað er ov strævið.
Tí skal dagstovnaøkið uppraðfestast. So tað munar.
Nú korona-farsóttin herjaði sóu vit, hvussu starvsfólk í frontlinjuni t.d. á dagstovnunum, komu undir uppaftur størri trýst.
Farsóttin vísti tó eisini, at meira tíð og betri pláss virkar.
Fái eg saman við Javnaðarflokkinum møguleika fyri tí, vil eg gera mítt ítarsta fyri at námsfrøðilig starvsfólk fáa umstøður at hugsavna seg um sítt arbeiði – sum er at menna, menta og at brynja komandi ættarlið til eitt samfelag í støðugari broyting.
Øll børn skulu uppliva list og mentan. Rundanum mentan og list skapa vit okkara samleika, okkara felagsskapir og relatiónir. Serliga nú telefonskíggin mangan er ein tættari “vinur” enn vinfólkini, er relatiónsarbeiðið í námsfrøðini avgerandi. Men tað tekur tíð.
Hesi mál skulu avgreiðast á dagstovnaøkinum so skjótt sum møguligt:
- Fleiri námsfrøðilig starvsfólk skulu inn á alt dagstovnaøkið – og betri normeringar
- Námsfrøðingar skulu fáa møguleika at eftirútbúva seg
- fyrireikingartíð
- Leiðslurnar á dagtovnunum skulu fáa leiðslurættin aftur
- Tað skal verða møguligt at arbeiða fulla tíð á dagstovni í Tórshavnar Kommunu
- Frítíðarskúlatilboð til 3. flokk í Badmintonhøllini skal setast á stovn
- Frítíðarskúlin Spírin skal varðveitast
- Børn við serligum tørvi skulu raðfestast
Henda uppraðfesting av arbeiðsumstøðunum á dagstovnaøkinum kemur at kosta, kanska eina tvísifraða milliónaupphædd – men tað er ein lívsneyðug íløga í framtíðina. Og hon má raðfestast fram um annað.
Helena Dam á Neystabø,
valevni fyri Javnaðarflokkin til Tórshavnar Býráð











