Lívstryggingarfelagið LÍV hevur stovnað lutaíbúðarfelagið P/F LutaÍbúðarVirki, sum skal byggja og reka luta- og leiguíbúðir. - Á hendan hátt verður pensjónskapitalurin virkin í tí føroyska samfelagnum og til gagns fyri tryggingartakararnar hjá LÍV, samstundis sum hetta skapar virksemi í búskapinum í landinum, sigur LÍV.
Felagið sigur, at tað er vanligt í útlondum, at pensjónsfeløg gera íløgur í fastogn, harundir í lutaíbúðir.
- Tørvurin í Føroyum er eyðsýndur fyri hesum slag av íbúðum, og ætlanin hjá LÍV at gera íløgur á bústaðarmarknaðinum hevur verið frammi fyrr. Ein fortreyt er, at lógarkarmarnir eru til staðar, soleiðis at luta- og leiguíbúðir vera javnt settar við eigaraíbúðir. Tað eru útlit fyri, at lógargrundarlagið kemur upp á pláss, og tí metir felagið at tíðin er búgvin at fara í gongd, sigur felagið í tíðindaskrivi.
Nevnd og stjórn í nýggja felagnum P/F LutaÍbúðarVirkið er tann sama sum í LÍV-feløgunum. Partapeningurin er 10 milliónir krónur. Stjóri í felagnum er Tummas Eliasen, nevndarformaður er Gunnleivur Dalsgarð.










