Lív í Havnará

Gomlu myndirnar av Havnará rigga allar væl. Og tú hugsar: hvussu ber tað til, at áin fór undir betong?

Havnará er romantikkur, og Havnará er eisini besti mátin at gera dreymin um ein livandi miðbý livandi aftur. Ein miðbý við fólki, hugna og trivnaði. 

##med2##

Tey í Aarhus lótu ánna í miðbýnum upp fyri 20 árum síðani. Nú er Aarhus býurin við ánna, og har er komið veruligt lív í. Tað sama fer at henda í Havn.

##med3##

Fyrr var Havnará skitin, og har var kloakkluktur. Skilið var tað sama í Aarhus, men har er reint og lekkurt í dag. Tað verður akkurát líka í Havn, tá ið havnarborgarar aftur kunnu spáka sær framvið ánni og hoyra áartutlið og síggja sílini. 

##med4##

Fái eg undirtøku á býráðsvalinum, fari eg beint undir at lata ánna upp, so vatnið aftur kann renna frítt. Tað ber væl til.

##med5##

Havnará verður latin upp frá Sverrisgøtu, millum Betri og gamla Telefonverkið og oman í Tinghúsvegin.

Høgni S. Reistrup,

Býráðsvalevni í Havn

 

##med6##

##med7##

##med8##