Láturligt brotsspark

Sonni L. Petersen var maðurin, sum brotsspark varð dømt ímóti, tá B36 fekk høvi at leggja seg á odda mikukvøldið. Eitt brotsspark, sum runavíkingarnir vóru alt annað enn nøgdir um.

- Eg dekki upp inni í brotsteiginum, og tá gert tú teg sjálvandi breiðan. Maðurin rennur beint í armin á mær, og so liggur hann skerflatur. Tað haldi eg altso er sera bíligt, og hetta er samstundis næsta ferðin, at B36 fær eitt slíkt brotsspark ímóti okkum.
- Og tað er sjálvandi óluksáliga súrt. Fótbóltur er í dag somikið seriøsur og somikið tiðarkrevjandi. Og tí er tað óluksáliga hart, tá slíkir dómar mest sum oyðileggja alt spælið fyri okkara viðkomandi viðkomandi, segði Sonni.
Nú hava tit tapt tvær ferðir á rað. Var tapið í dag tykkara endaliga farvæl til FM-stríðið?- Tað var í øllum førum dýrt, og nú hava vit veruliga knívin á barkanum. Vinna vit ikki á Eiði, so eru vit púrasta úti. So har verður tað bara sigurin, sum telur, helt Sonni L. Petersen.