Láturkrampi í Norðurlandahúsinum

Komandi vikuskifti fáa havnarfólk høvi at síggja skemtileikin Stundum Stundum ikki í Norðurlandahúsinum, sum Klaksvíkar Sjónleikarfelag framførir.

Leikurin er ein farsa eftir kenda høvundaparið Arnold og Bach. Føroyingar kenna høvundarnar frá ótalligum skemtileikum, eitt nú Fríggjarfløkjan og Spanska Flugan, ið spældu fyri óhoyrt nógvum áskoðarum á sinni.


Saga Jonsdóttir er leikstjóri. Hon er íslendingur og hevur sett fleiri leikir upp saman við klaksvíkingum. Seinast Emil úr Lønnibergi, sum varð spældur í fjørð.


Pallmyndin varð upprunaliga nýtt í Íslandi, har leikurin gekk fyri fullum húsum. Tá ið Íslendingar vóru lidnir, keypti Klaksvíkar Sjónleikarafelag pallmyndina, og hendan verður nú sett upp í Norðurlandahúsinum til vikuskifti.


Leikurin hevur gingið í Løkshøll síðani seinast í januar, og hetta verður seinasta høvi at síggja leikin.


Sýningarnar verða leygardagin 20. februar klokkan 20.00 og sunnudagin 21. februar klokkan 19.00 Atgongumerki fáast á www.nlh.fo, í Norðurlandahúsinum og á kunningarstovunum.