1993: Dr. Madan Kataria var ein vanligur indiskur lækni við eini góðari sponn av humor. Men hann helt, at fólkini í Bombay vóru so stressað, at hann byrjaði at tilmæla látur sum medisin. Tað er prógvað, at látur er gott fyri likam og sál, og at tað hjálpir uppá stress. Og stress elvir til nógvar sjúkur.
Hann var ovfarin av, hvussu nógv gransking var gjørd innan fyri látur og gjørdi av at stovna ein láturklubb. At byrja við fór hann út í býin og fortaldi skemtisøgur. Tað virkaði, og fólk fóru at flenna. Men eftirhondini gekk undan við skemtisøgum, til bert tær grovu vóru eftir. Og tað gekk ikki. So tí mátti hann byrja uppá okkurt nýtt.
Tað var ikki at vera bundin av skemtisøgum. Dr. Madan Kataria skrivaði síðani sínar egnu reglar, har hann frítt lánti frá yoga og heilsu gransking ? blanda við sínum egna humori. Millum annað hjartaligur látur, stillur látur, óður látur, kaffi látur og enntá grátilátur er ein partur av hesum.
Við at anda og gera røttu venjingar, flenna fólk um allan heim. Dr. Madan Kataria hevur innført altjóða láturklubbin, umframt ein altjóða láturdag. Á hesum degnum, tann 6. mai, vóru ikki færri enn 8.500 fólk savnað á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn.
? Fyri at flenna?!










