Ein 26 ára gamal maður úr Nepal, ein sherpa, hevur sett eitt nýtt heimsmet.
Í gjár eydnaðist tað honum at sleppa upp á heimsins hægsta fjall, tað 8.848 metrar høga Mount Everest. Tað hava fleiri gjørt undan honum, men eingin hevur gjørt tað so skjótt sum hann. Pemba Dorji Sherpa brúkti bara átta tímar og tíggju minuttir upp á fjallið, og hann brúkti sostatt meiri enn tveir tímar minni enn tann, sum átti tað gamla metið, sum varð sett í fjør.
Tá Sir Edmund Hillary og Tenzing Norgay sum teir fyrstu komu upp á toppin á Mount Everest tann 29, mai í 1953 brúktu teir meiri enn sjey vikur um ferðina. Men síðani er útgerðin nógv broytt, og tað er høvuðsorsøkin til, at tað ber til at gera ferðina eftir einum degi nú.