Lættari og rættari – tættari og fattari!

- Kanst tú fara “upp í” politikk?
- Nei, tú kanst fara ongantíð fara upp í politikk, tí hann hevur altíð verið har!
Nøkulunda soleiðis svaraði segði Jens Otto Krag einaferð, tá hann var spurdur, hví hann tókst við politikk.
Hann sipaði til, at politikkur umfatar okkum øll og rakar okkum øll.
Tí er týdningarmikið, at okkara løgting er so væl og breitt umboðað sum gjørligt við skilafólki úr alskyns vinnugreinum, úr øllum heraðshornum og ikki minst av báðum kynum.

Skal einstaklingurin tryggjast, so mugu øll fáa møguleikan!

Í dag munnu flest øll vera samd um, at vit ynskja at búgva í einum vælferðarsamfelagi!
Einum vælferðarsamfelagi, har vit eru solidarisk, og onkur kann eiga nógv, men eingin skal eiga ov lítið.
Sum so eru vit øll javnaðarfólk!
Hetta er ikki bara lættari og rættari. Tað krevur eisini, at vit bæði standa tættari og harvið eisini fattari – glað og errin av okkara samfelagi!
Javnaðarpolitikkur merkir ikki, at vit skulu køva einstaklingin, men fjálga um fjøldina, so øll fáa ein møguleika at fáa sær eina útbúgving og arbeiði.
Skal einstaklingurin tryggjast, so mugu øll fáa møguleikan!
Einki skal eita síðsti kjansur fyri eitt menniskja, tí menniskja er altíð eitt endamál í sær sjálvum – ikki marknaðurin!
Marknaðurin er ein góður tænari, men ein vánaligur harri.
Marknaðarin má tí ongantíð sleppa at taka maktina frá menniskjanum – marknaðin eiga vit við skynsemi og samhaldsfesti at stýra, so vit ikki verða stýrd.
Hetta er eitt arbeiði, vit ongantíð verða liðug við.
Franski rithøvundin og sosialdemokraturin, Albert Camus, samanbar javnaðarhugsjónina við søgnina um Sisyfos. Tað var hann, sum var dømdur at rulla steinin niðan á fjallið, men komin á tindin, rullaði steinurin oman aftur hinumegin, og so var einki annað at gera enn at byrja umaftur. Haðani kenna vit tiltakið “eitt sisifosarbeiði” um strev, sum ongan enda fær, og tí endar javnaðarpolitikkur ongantíð.

Framtíðin er frælsi, fólkaræði og felagsskapur!

Men eins og fyrrverandi fangin og forsetin Vaclav Havel vísir á, so eru frælsi og fólkaræði ikki altíð tað sama.
Vit kunnu liva í einum fólkaræði.
Men er fólkið ikki upplýst, og hevur fólkið ikki møguleikar at vinna sær arbeiði útbúgving, eru vit ikki longur bara menniskjur, men bara marknaðarmekanismur. Finnur í talvinum, har pengarnir fólkið flyta! Og tá eru vit ikki fræls!
Lesandi, starvsfólk á almenna arbeiðsmarknaðinum, arbeiðsleys eins væl og sjálvstøðug vinnurekandi kunnu øll vera ágrýtin. Og Javnaðarflokkurin ger ikki mun á, hvør er ágrýtnari enn onnur.
Tað skal jú altíð loysa seg hjá øllum at arbeiða og útbúgva seg.
Men vit eiga eisini altíð at hugsa um onnur enn okkum sjálv, tí sjálvandi skulu tær sterkaru byrðarnar bera tær tyngstu byrðarnar.
Til hetta krevst, at øll eru við!
At pláss er fyri øllum í Føroyum.
Umframt at eiga sosialar skipanir, krevst eisini ein sterk mentan at tryggja hetta.
Hetta kann einans eitt samhaldsfast samfelag tryggja.
Tí er neyðugt, at vit stremba eftir einum norðurlendskum vælferðarsamfelagi, ið ikki er ein sjálvfylgja, men altíð eitt mál, ið vit eiga at líta framímóti.

Vit eiga tí altíð velja menniskjað fram um marknaðarkreftirnar.
Tað er bæði lættari og rættari – og tá standa vit bæði tættari og fattari!