Nú fer Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum at leggja tvey uppskot fyri Løgtingið, sum fara at lætta munandi um arbeiðið hjá løgregluni at uppklára brotsverk. Talan er um lógir, sum gevur løgregluni heimild til at taka, skráseta og goyma DNA royndir av brotsfólkum.
Talan er um tvær lógir.
Onnur lógin er um heimildirnar hjá løgregluni at taka DNA royndir av brotsfólkum og hin lógin er um at geva løgregluni heimild til at goyma tær tiknu royndirnar í serligum DNA skráum.
Annika Olsen sigur, at málini fara til hoyringar í samgonguni nú og hon væntar at málini verða løgd fyri Løgtingið fyri jól.
Trygdarviðurskiftini í samband við DNA skráir eru serstakliga strong og tað skráin verður goymt í eini danskari skrá og tað verður danska Dátueeftirlitið, sum fær eftirlit við skráini.
Samstundis eru strangar reglar fyri, um, hvør fær atgongd til hesar upplýsingar.
- Tað verður bara ríkispolitiovastin, sum fær heimild at geva upplýsingar úr skránni.
Annika Olsen sigur, at hetta er eitt risa framstig hjá løgregluni í arbeiðnum at uppklára brotsverk, tí nú ber eisini til at goyma skráir og at uppklára gomul brotsverk, tí nú kunnu DNA royndir frá einum brotsfólki samanberast við DNA spor frá gomlum brotsverkum, sum ikki eru uppklárað.
DNA skráin er eisini eitt samstarv, sum gongur tvørtur um landamørk
Tí verða tað eisini reglar fyri, hvussu upplýsingar kunnu latast víðari til løgregluna í øðrum londum. Og er tað so, at løgreglan í øðrum londum heldur, at ávís fólk eru áhugaverd at kanna í sambandi við brotsverk, ber eisini til hjá teimum at fáa upplýsingar úr skráini eftir nærri reglum.