Lættari hjá kubanum at ferðast uttanlands

Kubanar, sum ætlan sær av landinum, sleppa skjótt undan at søkja myndugleikarnar um loyvi. Uttanríkisráðið í Havanna kunngjørdi í morgun, at tann nýggja reglan kemur í gildi tann 14. januar.

Samstundis hevur stjórnin gjørt av, at í framtíðini kunnu kubanskir ríkisborgarar vera uttanlands í 24 mánaðir. Í núverandi skipanini er tíðin 11 mánaðir.

Tey seinastu umleið 50 árini hevur Kuba havt strangar reglur um uttanlandsferðir, og tað hevur millum annað gjørt, at fólk eru rýmd ólógliga av landinum, og at fleiri hava sett lívið í váða, tá tey eru farin við bátum til USA.