- Hetta er eitt stórt framstig hjá føroyskum sjúklingum, sum fara til Danmarkar at fáa serviðger av ymsum slagi. Og tað er eisini eitt stórt framstig hjá føroyskum ungdómum, sum fara til Danmarkar í útbýgvingarørindum.
Tað sigur Sjúrður Skaale, føroyskur fólkatingsmaður.
Allir føroyingar hava eitt p-tal, men danir hava eina aðra skipan, har hvør dani hevur eitt cpr nummar. Og tað er ein stórur trupulleiki, tí tær báðar skipanirnar eru ikki samskipaðar.
Í eina tíð hevur verið arbeitt við at fáa hesar forðingarnar av vegnum og nú hevur Sjúrður Skaale aftur verið á fundi við danska almanna- og innanríkisráðharran, Karen Ellemann, um málið
Hanns sigur, at ein tann størsta forðingin hjá føroyingum, sum fara til Danmarkar, er, at Føroyar hava eina skipan við p-tali og Danmark hevur eina skipan við cpr-nummari.
- Sera nógv viðurskifti í Danmark eru tengd at cpr-nummarinum, og tað skapar stórar trupulleikar hjá føroyingum, sum skulu hava tænastur í Danmark – ikki minst sjúkraviðgerð og útbúgving, sigur hann.
Higartil hevur tað verið soleiðis, at føroyingar hava verið noyddir at fáa sær bústað í Danmark, og síðani møta upp persónliga á eini skrivstovu í Danmark fyri at fáa cpr-nummarið.
Men í 2014 løgdu Sjúrður Skaale og Edmund Joensen, fólkatingsmenn, eitt uppskot fyri fólkatingið, sum álegði stjórnini at beina tær mongu forðingarnar burtur.
Sjúrður Skaale sigur, at síðani hevur verið arbeitt við málinum og á fundinum, sum nú hevur verið, greiddi danski ráðharrin frá, at nú er heimildin at útskrivað cpr-nummur víðkað, so at bæði myndugleikar ið hava við útbúgvingarstuðul at gera, ríkissjúkrahúsið og ríkispolitiið kunnu geva føroyingum cpr-nummar, uttan at teir noyðast at flyta, ella møta upp persónliga á eini danskari skrivstovu.
- Hetta eitt sera stórt framstig, serliga hjá teimum mongu føroysku sjúklingum, sum verða sendir til Danmarkar at fáa viðgerð, sigur Sjúrður Skaale.
- Higartil er ofta tað hent, at læknarnir á Ríkissjúkrahúsinum ikki hava fingið atgongd til journalirnar, tí í Danmark verða tær skrásettar í cpr-skipanini. Tað hevur givið sjúklingunum og teirra avvarðandi stórar trupulleikar. Men nú kunnu føroyskir sjúklingar og teirra journalir uttan trupulleikar skrásetast í donsku skipanini, sigur fólkatingsmaðurin
- Fyri tey lesandi er ein fyrimunur, at nú kunnu tey søkja um SU, áðrenn tey fara til Danmarkar í lestrarørindum, og soleiðis fáa øll síni viðurskifti avgreidd, áðrenn skúlin byrjar, leggur hann afturat.