Nú ber til at skeinkja uttandura, og matstovur kunnu selja rúsdrekka út úr húsinum saman við tilgjørdum mati. Útvarpið hjá Kringvarpinum veit at siga, at nú fer at lætta um hjá teimum, sum selja øl, vín og brennivín.
Bjarni Djurholm, landstýrismaður í vinnumálum, hevur broytt tvær kunngerðir, so skeinkistøð kunnu skeinkja uttandura, á avmarkaðum øki upp at staðnum.
Harumframt kunnu matstovurnar selja rúsdrekka út úr húsinum til móttøkur og veitslur saman við tilgjørdum mati, um vørurnar verða bílagdar eina viku frammanundan.
Tó er hetta treytað av at loyvi fæst frá loyvisnevndini, sum fyrst skal spyrja kommununa og politiið.
Frá 1. mai kann Rúsdrekkasølan geva teimum avsláttur, sum keypa nógv. Hetta fevnir tó bert um tey, sum hava skeinkiloyvi, og onnur, sum hava loyvi til at selja rúsdrekka víðari.