Nú skal føroyskur landbúnaður ikki longur bara umfata djórahald og velting.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, arbeiðir nú við eini ætlan um at víðka hugtakið landbúnað, so at tað eisini fer at fevna um ymiskt annað virksemi enn tað, vit vanliga uppfata sum landbúnað.
Hann hevur umrøtt málið á landsstýrisfundi og nú arbeiðir hann við at snikka eitt lógaruppskot saman, sum verður lagt fyri Løgtingið í næstum.
Endamálið við hesum er, at tað skal bera til hjá Búnaðarstovuni at lata festijørð til onnur endamál enn bara tað, vit vanliga kalla landbúnað.
Avmarkaðir møguleikar
Sum støðan er nú, hevur Búnaðarstovan avmarkaðar heimildir at lata festijørð, tí festi kunnu bara latast til tað, vit vanliga kalla landbúnað, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at nógva staðni er áhugi fyri at fara undir ymiskt virksemi, men sum støðan er nú, ber ikki til at fáa lendi til endamálið.
Tí skal hugtakið landbúnaður víðkast til eisini at umfata kampingpláss, viðalundir ella onnur frílendi, fyri at nevna nøkur dømi.
Sum støðan er nú, ber heldur ikki til at leggja landbúnaðarjørð til viðalundir ella onnur fríøki, ella tað, vit vanliga kalla almannagagnlig endamál.
- Umframt til vanligan landbúnað, skal tað sostatt eisini bera til at fáa almenna jørð til ymisk ferðavinnumál, leggur hann afturat.
Verður hetta uppskotið sett í verk, skal tað bera til hjá kommunum, felagsskapum, og øðrum, at fáa lendi til ymisk endamál.
- Vit kunnu eisini hugsa okkum at ein festari hevur hug at brúka lendi til ymiskt annað enn vanligan landbúnað, ber tað ikki til, sum er og tí er tørvur á at broyta lógina so at hugtakið landbúnaður verður víðkað, sigur Jacob Vestergaard.
Fortreyt fyri golfvølli
Men, eitt, sum kanska liggur frammaliga í huganum, er ætlaði golfvøllurin á Glyvursnesi.
- Eitt endamál, sum fer at koma undir hetta víðkaða landbúnaðarhugtakið, er golfvøllur, sigur Jacob Vestergaard.
Ætlanin at gera golfvøll, hevur serliga verið frammi, nú føroyingar royna at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2019 ella 2021.
Men skal tað eydnast, er tað ein fortreyt, at vit hava ein golfvøll og skjøtil er settur á arbeiðið at útvega ein slíkan á Glyvursnesi.
Men ein stór forðing er, at sum støðan er nú, verður tað at kalla ógjørligt at útvega lendi til ein golfvøll.
Ein golfvøllur er einar 500.000-600.000 fermetrar til víddar, men skal lendið keypast á Glyvursnesi til endamálið, fer tað at kosta 50-60 milliónir, sum skipanin er nú.
- Og so verður tað ómetaliga torført at útvega ein golfvøll yvirhøvur.
- Men verður landbúnaðarhugtakið víðkað til eisini at umfata golfvøllir, kann Búnaðarstovan býta eitt lendi á Glyvursnesi frá og festa tað út til golfvøll fyri tað leiguna, sum festijørð vanliga verður leigað fyri, sigur Jacob Vestergaard.
Leigan fyri vanlig festi, er so lá, at hon er at kalla bara eitt eiti.