Uppskriftirnar í bókini eru 124 í tali og fevna tær um súpanir - døgurðarættir - afturvið - nátturðarættir - breyð og bollar - køkur og desertir - køkur og desertir til diabetes. Uppskriftirnar eru einfaldar, lættar, heilsugóðar og ikki minst leskiligar, og eru allir rættirnir í bókini avmyndaðir.
Jóhanna og Elisabeth siga í tíðindaskrivi at tær hava hugsa nógv um at gera uppskriftirnar soleiðis at tað skal verða lætt at fáa hendur á rávøruni , tað skal verða møguleiki at brúka uppskriftirnar líka mikið hvar í landinum tú býrt. Tær vóna at bókin Lætt og Leskiligt kann geva íblástur til matgerð í gerandisdegnum og verða eitt hent amboð hjá øllum, eisini teimum, sum ynskja at broyta matvanar og liva meiri heilsugott.
Í samband við bókaútgávuna verður almen móttøka í býraðshøllini í Klaksvík 31/10 kl. 16.00 har høvundarnir greiða frá og sýna bókina fram. Møguleiki verður at ogna sær bókina í Norðoya Kunningarstovu eftir móttøkuna.
Bókin fæst í bókasølunum kring landið í komandi viku, og kostar hon 290 krónur.