Lætt at valda tá onnur gjalda

Føroya Arbeiðsgevarafelag er alt annað enn nøgt við´ólavsøkupakkan hjá landsstýrinum. Felagið sigur í einari viðmerking, at meðan politisku leiðslurnar í londunum kring okkum vísa vegin við at betra um karmarnar fyri vinnuvirksemi við tí endamáli at varðveita arbeiðspláss, heldur man her hjá okkum ikki hetta vera skilagott og setur beint øvugta kós.

-Tað sær út til, at um landsins inntøkur ikki strekkja, so er tað so øgiliga einkult bara at leggja útreiðslurnar á vinnuna umvegis gjøld, skrivar FAG í viðmerking síni.

Hóast Føroya Arbeiðsgevarafelag metir, at neyðugt er at avmarka hallið á fíggjarlógini nakað, so er tað av alstórum týdningi, at tey tiltøk, sum verða sett í verk við hesum endamáli, eiga at vera stimbrandi heldur enn køvandi fyri virksemi í landinum.

-Tíverri er tað, sum landsstýrið nú leggur upp til, í stóran mun júst køvandi fyri vinnuna. Føroya Arbeiðsgevarafelag saknar, at uppskotið ikki er meira víðskygt, og fílist harðliga á, at tað verður vinnan, sum skal bera meginpartin av teimum trupulleikum landskassin hevur í løtuni, skrivar felagið hjá arbeiðsgevarunum.

-Tað tykist sum um, at politiska skipanin als ikki hevur fingið við, hvussu støðan í vinnuni er, stendur millum annað í skrivinum hjá FAG.