Lætt at smugla vápn til Danmarkar

Skotvápn úr gamnla Jugoslavia og øðrum eysturevropeiskum londum streyma til Danmarkar Tað sgur Orla Olesen hjá smuglingareftirlitinum í samrøðu við blaðið JydskeVestkysten. Hann er leiðari hjá teimum donsku smuglingareftirlitsmonnunum, sum hava støð í Padborg við týska markið.

105 starvsfólk hjá danska skattaverkinum hava til uppgávu at forða smuglarum, men Orla Olesen sigur, at tey eru ov fá. Sum dømi nevnir hann, at við markið millum Danmark og Týskland, sum er 72 kilometrar langt, eru 10 fólk til at ansa eftir tí, sum kemur um markið.

Í fjør løgdu tollvaldið og løgreglan hald á 1.800 skotvápn. Umleið helmingurin kom úr gamla Jugoslavia og Eysturevropa.

Men nógv vápn sleppa til Danmarkar. Tá løgreglan í Jyllandi rannsakaði eini hús herfyri, fann hon fleiri skotvápn, sum vóru smuglað inn í landið.