Lítli Petur av landinum 7. juni

Í dag koma umboð fyri danska viðgerðarstovnin til Føroya at heilsa upp á fimm ára gamla Petur, áðrenn hann um tríggjar vikur verður sendur av landinum.

-Øll feløgini standa fullkomiliga spyrjandi eftir, hvussu tað ber til, at Petur skal sendast av landinum, sigur Bára Johansen, formaður í MBD/Damp felagnum
Málið um 5 ára gamla Petur, ið hevur atferðartrupulleikar, varð dúgliga umrøtt á aðalfundinum hjá MBF leygardagin. Sosiala deild fekk harðar ákoyringar frá feløgunum fyri sína viðgerð av málinum.
-Drongurin er ongantíð veruliga kannaður, men kortini vil sosiala deild alt fyri eitt senda hann av landinum. Grundarlagið fyri avgerðini er ómetaliga veikt, og tí royna vit av øllum alvi at broyta avgerðina. Eitt er vist, at drongurin verður ongantíð aftur menniskja, um hann verður sendur av landinum, sigur formaðuin í MBD/Damp felagnum.

Danir vitja
Bára Johansen greiðir frá, at omma og abbi Petur vóru á fundi við barnaverndina á sosialu deild mikudagin í farnu viku, og fingu at vita, at Petur verður sendur av landinum 7. juni.
Í dag, týsdagin, koma umboð fyri danska viðgerðarstovnin til Føroya at heilsa upp á Petur. Aðrastaðni á síðuni sæst, at feløgini í MBF harðliga mótmæla ætlanini at senda lítla Petur av landinum.
-Yvirlýsingin er seinasti møguleiki at fáa landsstýrismannin at gera okkurt við málið, so Petur sleppur frá at fara av landinum. Hóast vónin ikki er stór, so vóna vit veruliga, at landsstýrismaðurin fær broytt avgerðina, sigur Bára Johansen at enda.
Vit royndu at fáa viðmerking frá landsstýrismanninum í almannamálum, Hans Paula Strøm, men hetta eydnaðist ikki, áðrenn okkara evsta mark.