Lítlavík karmur um grafikk

List

Smiðjan í Lítluvík letur aftaná flaggdagshaldið á Vaglinum upp framsýning. Tað er Tórshavnar Listaskúli, sum heldur til í Kongagøtu 7, sum hevur framsýningina. Tórshavnar Listaskúli hevur millum annað frálæru í grafikki.
Skúlaárið 2001/2002 hava 20 næmingar gingið til grafikk, og 14 teirra sýna fram listarverk í Smiðjuni, og harav verða eisini nøkur listarverk seld. Hetta er aðru ferð Listaskúlin hevur framsýning í Smiðjuni í Lítluvík flaggdagin.
Tey, ið hava hug at leita sær oman í Lítluvík, fáa at síggja steinprent, etjingar, turrnál, linoleum og fotogravura. Lærarin, ið hevur undirvíst teir 20 næmingarnar er Jóna Rasmussen, og hon hevur í fleiri ár undirvíst á skúlanum.
Men framsýningin er eisini opin aðrar dagar. Flaggdagin er opið frá 16 ? 18, Dýra Biðidag, leygardagin og sunnudagin er framsýningin opin frá klokkan 14 ? 18.