Lítlasamgonga hevur viðgjørt ætlanina at skerja blokkstuðulin Herfyri upplýsti Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at landsstýrið arbeiddi við at skerja donsku heildarveitingina, og seinasta fríggjadag var málið til viðgerðar í lítlusamgongu.
Tað sigur útvarpið hjá Kringvarpinum. Heildarveitingin verður kanska skerd í tveimum umførum, í 2010 og 2011, soleiðis at hon verður um 500 milliónir krónur í 2011.
Løgmaður váttar fyri Kringvarpinum, at málið er farið til viðgerðar í parlamentariska baklandinum, sum hann tekur til, og at Karsten Hansen bíðar eftir at fáa váttaðan stuðul frá teimum trimum stjórnarflokkunum og samstarvsfelaganum, Sjálvstýrisflokkinum.