Lítlar broytingar í nevndum

Á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum var nevndarval á skránni, og har vóru ikki nógvar broytingar. Í nevndini fyri FSF var ein broyting. Bjarki Mohr stillaði ikki uppaftur, og í hansara stað kom Høgni í Stórustovu. Rúni Heinesen og Magnus á Stongum vóru eisini afturvaldir uttan atkvøðugreiðslu. Varalimirnir Per Hansen og Mortan Poulsen halda eisini fram.
Dánjal Andreasen og Høgni Høgnesen stóðu fyri vali í dómsnevndini, og teir vóru báðir afturvaldir uttan atkvøðugreiðslu. Varalimir í hesari nevnd verða framhaldandi Hjalmar Joensen og Jónfinn Thomsen. Eisini teir vórðu valdir uttan atkvøðugreiðslu.