Lítillátin Tim

Tim Christensen er stór stjørna í Danmark, men á tíðindafundinum á Hafnia týsdagin hitti ein lítillátin tónleikari føroysk fjølmiðlafólk. Hann er bergtikin av Føroyum og gleðir seg at spæla á ólavsøkukonsertini

 
Tim Christensen er høvuðsnavn á ólavsøkukonsertini í ár. Hann kom til Føroya týsdagin og gjørdist beinanvegin hugtikin av vakurleikanum í føroysku náttúruni.
Tónleikaliga sigur Tim seg fara á pall og spæla nakað av nýggjum tilfari, men eisini nakað av tilfarinum frá tíðini í Dizzy Mizz Lizzy.
 
Lítillátin
Á tíðindafundi á Hotel Hafnia týsdagin hitti ein sera lítillátin Tim umboð fyri føroysku fjølmiðlarnar.
Hann greiddi frá tóleikinum og frá bólkinum hjá sær. Í løtuni er ikki so nógv á skránni, men teir hava spælt nakrar konsertir herfyri, m.a. á Grøn Konsert. Nú eru teir so aftur á ferð og teir fegnaðust um møguleikan at koma til Føroya.
Spurdur, hvønn týdning tað hevur havt, at lagið Right Next to the Right One var temalag til sjónvarpsrøðina Nicolaj og Julie, sigur Tim. at tað er ómetaligt, sum ein slík røð í primetime hevur stóra ávirkan.
Lagið varð ikki skrivað beinleiðis til røðina, men fólkini aftanfyri røðina kendu tónleikin og balladurnar hjá Tim og heittu á hann um at skriva okkurt til røðina. Hann hevði tá lagið liðugt og fólkini aftanfyri røðina ivaðust ikki, men nýttu tað til temalag.
 
James Olsen
Tim kennir ikki so nógv til Føroyar og veit ikki, hvat hann skal vænta sær, tá hann fer á pall á ólavsøkukonsertini.
Men hann kennir onkran føroyskan tónleikara og hevur t.d. spælt saman við James Olsen í onkrum sambandi og lýsir James sum ein sera dugnaligan og sermerktan persón og trummuleikara, ið veruliga kann fáa tað at svinga. Eisini kennir hann eitt sindur til nøvn sum Teitur og onnur, ið hava verið eitt sindur frammi í Danmark.
 
Sjálvlærdur
Tónleikaliga er Tim meira og minni sjálvlærdur.
Sum eini 7 ella 8 ára gamal støvaði hann guitaran av og byrjaði at spæla og læra seg. Hann fekk undirvísing av og á.
Í dag metir hann seg vera komnan til eitt støði, har hann torir at vísa sínar bleytu síður, umframt at spæla harðan tónleik.
- Men ofta verða løgini til eitt sindur rock-kend orkesturløg, tá vit fara undir venjingarnar í bólkinum, sigur Tim, sum loyvir tónelikarunum at fáa ávirkan á tónleikin, tó at hann sjálvur eigur løg og tí hevur síðsta orðið, men serliga norski trummuleikarin er sertakur og honum lurtar Tim í stóran mun eftir.
Hann skrivar tó ofta løgini á kassaguitar og heldur tí grundleggjandi stílin verða í folk-rock stílinum. Og hann vísir ikki aftur, at hann ein dag kemur við onkrum, sum er í singer/songwriter stíli.
Hóast bert 31 ára gamal, metir hann seg í dag hoyra til meira garvaða bólkin í donskum tónleiki. Og afturat sær hevur hann eisini royndar og dugnaligar tónleikarar.
Á pallinum á ólavsøkukonsertini fara Tim og hansara menn at spæla bæði hart og bleytt, men okkurt verður fyri øll, lovar stóra danska stjørnan Tim Christensen, sum á tíðindafundinum vísti seg sum ein rættan lítillætnan mann við báðum beinum á føroyskari jørð.