Lítil yngul er á landgrunninum

Skulu vit taka yngulkanningarnar, sum Fiskirannsóknarstovan hevur gjørt í summar, sum barometur fyri gongdini í fiskastovnunum komandi árini, stendur barometrið lágt í løtuni. Men náttúran plagar at duga at hátta sær sum best, tá ið ástendur.

Yngul

Yngulkanningarnar, sum Fiskirannsóknarstovan hevur gjørt í summar, eru ikki serliga positivar.
Tilsamans 28 ymisk sløg av fiskayngli vórðu fingin undir kanningunum, harav 25 á landgrunninum og 18 á Føroyabanka. Yvirhøvur var lítið av øllum sløgum at síggja.
Vanliga hevur nógv mest verið at fingið av hvítingsbróðuri, og soleiðis var eisini í summar, men nøgdin var ógvuliga lítil.
Nøgdirnar av nebbasild vóru eisini ógvuliga smáar, og bert einaferð áður síðan 1974, hava tær verið eins smáar og í summar.
Har frægastu nøgdirnar av nebbasild vórðu fingnar, var eisini nakað av svartfugli at síggja.
Fiskirannsóknarstovan sá eisini svartfugl í Suðuroyarfirði, men har var næstan einki yngul.
Yngulnøgdirnar av hýsu og toski vóru heldur einki at reypa av á kanningarferðini, og vit skulu heilt aftur til tey vánaligu árini í 90-unum fyri at síggja líka smá tøl, sum tey, ið vórðu staðfest hesaferð.
Somuleiðis var bert hendinga sild og lodna fingin.
Kanningarnar á Føroyabanka vístu, at lítið av toskayngli var at síggja. Nøgdirnar av hýsuyngli vóru á eini leið, tó væl minni enn metárið í fjør.
Á Føroyabanka var lítil og eingin nebbasild.
Í mun til í fjør, var miðallongdin av øllum yngli minni í ár.