19 ára gamli Nicklas Bendtner var dagsins leikari í Parkini í kvøld, tá ið Danmark vann tryggan sigur á Íslandi. Arsenal-álopsspælarin legði heimaliðið á odda í 34. minutti, tá ið hann fekk bóltin sum gávu frá einum íslendskum leikara.
Minuttin áðrenn hálvleikssteðgin var tað sami Bendtner, ið setti álop í gongd, sum Jon Dahl Tomasson við sínum 50. máli fyri danska landsliðið sendi í netið.
Síðsta málið átti Thomas Kahlenberg, tá ið hann tíggju minuttir eftir steðgin sløkti íslendska ljósið eftir frálíka fríspæling frá Nicklas Bendtner.
Tey trý stigini kunnu tó ikki nýtast til meira enn tað, at Danmark endar á snópisligum 3. plássi saman við Norðurírlandi, sum í kvøld tapti 1-0 fyri Spania.
Harvið er staðfest, at Svøríki og Spania fara til endaspælið úr bólki F.