Nýskipanin á fólkaskúlaøkinumn, sum samgongan ætlar at seta í verk, hevur øguliga lítið upp á seg.
Tað heldur Annita á Fríðriksmørk, sum er talsfólk hjá Tjóðveldi í skúlamálum. - Eftir at hava spurt meg fyri í Mentamálaráðnum, havi eg fingið váttað, at tað einasta, sum liggur í hesum, er, at 13 bygdaskúlar kring landið, sum hava 20 næmingar ella færri, skulu niðurleggjast, og næmingarnir koyrast í størru skúlar.
-Trupulleikin er, at teir næmingar, sum verða fluttir í størri skúlar, eru so fáir, at tað munar onki.
- Vit tosa um at flyta eini 100 børn av 13 smáplássum í einar átta størri skúlar. Allir hinir um 30 skúlarnir, halda fram júst sum nú.
Hetta heldur talsfólkið hjá Tjóðveldi lítið um.
- At økja barnatalið út 400 upp í 408, ella okkurt sovorðið, hevur onki við styrktar ella effektivari leiðslur at gera.
Hon vísir á, at fólkaskúlin kostar 276 milliónir á fíggjarlógini krónur tilsamans.
- Tað er heldur ongin sparing í hesum. Sparingin er ikki meiri enn sjey milliónir, tí tað kostar tí hinum endanum í skúlabarnaflutningi, í mistum skatti frá lærarum, og í skúlagjaldið til grannakommununa.
Hinvegin vísir Annita á Fríðriksmørk á, at smáplássini eru við til at tryggja Føroyum eitt ávíst mentanarligt fjølbroytni.
- Treytin fyri trivnaði á smáplássum er fyrst og fremst, at tey hava okkurt at verða felags um og her hevur skúlin ein týðandi leiklut.
- Hervið er ikki sagt, at skúlin bara skal verða har fyri felagsskapin. Hann er sjálvandi fyrst og fremst fyri at tryggja børnunum ein skúla í nærumhvørvinum, har tey kenna seg heima og har tey trívast og mennast tey fyrstu skúlaárini.
- Um skúlin fer úr bygdini er nógv størri møguleiki fyri, at trivnaðurin í bygdini fer, enn um skúli er í bygdini og so verða avleiðingarnar av eini sparing upp á sjey milliónir, rættiliga stórar, sigur Annita á Fríðriksmørk.