Tey vóru í holt við næst síðsta skúlatíman á degnum. Í søgutímanum henda dagin sótu tey og loystu uppgávur um veiðimannasamfelagið.
Vit fingu okkum eitt prát við lærarinnuna Magnu Auðunsson, ið hevur starvast har síðan ár 1993. Hon fortaldi um hvussu vanliga skúlagongdin er.
Í alt ganga 11 næmingar í skúlanum. Dagurin er býttur upp í tveir partar. Um morgunin eru næmingar frá 1.-3. flokki í skúla. Har eru einans tríggir næmingar í hesum aldursbólkinum. Tá teirra skúladagur er lokin, koma teir eldru næmingarnir frá 4.-7. flokk í skúla. Har eru átta næmingar, helvt um helvt av hvørjum kyni. Næmingarnir eru bæði av Mikladali og Trøllanesi.
Skúli og frítíð
Hvønn mánadag fara børnini til Klaksvíkar at svimja. Hetta dáma teimum avbera væl, og eftir at hava verið ein heilan dag í Klaksvík, gongur leiðin aftur til Kalsoynna, og síðani sleppa børnini til hús.
Magna segði eisini, at allir næmingarnir høvdu sjálvandi ikki sama fak í sama tíma, vegna aldursmunin. Summi kunnu t.d. hava alis-/evnafrøði, meðan onnur samstundis hava søgu. Men Magna roynir at býta hetta upp sum frægast.
Skúlin hevur ongan skúlagarð, so í fríkorterinum eru børnini bara uttanfyri og spæla. Vit tosaðu eisini við næmingarnir um skúla og frítíð. Í frítíðini rulliskoyta og súkkla tey nógv, tey eru ofta fleiri. Eisini spæla tey ofta bólt á tí lítla graslíkisvøllinum í bygduni. Um ringt veður er, plaga tey at vera inni, har tey spæla teldu ella hyggja eftir sjónvarpi.
Ofta er vandi fyri at skúlarnir í teimum heilt smáu bygdunum í Føroyum verða niðurlagdir, av tí at næmingatalið er ov lítið. Næsta ár fara tveir næmingar víðari í framhaldsdeildina. Men í skúlanum í Mikladali er enn vón fyri framman, har eru nú heili seks gentur undir skúlaaldur.