Lítil áhugi fyri skúlastýri

Bara átta fólk møttu í gjárkvøldið á felags uppstillingarfundi hjá fólkaskúlunum í Klaksvík

Síðani skúlastýrisvalini vórðu umskipaði í 2002, er áhugin fyri uppstilling minkaður burtur í einki, skrivar Norðlýsið.

Uppstillingin fór frá at vera politisk til bert at verða fyri tey, sum hava børn í skúlunum. Skúlastýrini skulu nú veljast fjórða hvørt ár, og tá skipanin varð sett í verk í 2002, var umráðandi, at bara foreldur, sum høvdu børn í skúlanum, sluppu at velja og stilla upp til skúlaráðið. Eftir gomlu skipanini kundu øll velja og stilla upp, og áhugin fyri valinum var stórur, skrivar blaðið.

Tá varð stillað upp politiskt, og til skúlaráðsvalini í Klaksvík vóru vanliga seks listar við upp til átta valevnum á hvørjum.

Trý fólk skullu veljast í skúlastýrini, og á seinasta skúlastýrisvalinum stillaðu bert átta fólk upp til stýrið fyri Skúlan við Ósánna

Símun Petur Hjelm, formaður í valnevndini fyri Ósáskúlan, sigur við Norðlýsið, at áhugin fyri at stilla upp er lítil og eingin.

- Vit høvdu uppstillingarfund fyri báðar skúlarnar í gomlu fimleikarhøllini á Ziskatrø gjárakvøldið, og har vóru tilsamans 13 fólk á fundinum, íroknað fimm valnevndarlimir.

- Øll hava eina meingin um viðurskiftini í fólkaskúlunum, og tí er tað sera hugstoytt, at áhugin millum foreldur fyri skúlastýrisvalinum er so lítil.

- Í løtuni er eingin komin uppá listarnar til skúlastýrisvalið, og hetta er trupult at skilja, tí øll foreldur hava fingið tilfar um valið, sigur Símun Petur Hjelm við Norðlýsið.