Lítil grind deyð í Húsavík

Seinnpartin í dag varð ein lítil grind funnin uttan fyri Húsavík. Hon varð tikin inn á Húsavík, har hon legði beinini fyri eini løtu síðani

Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur, at talan er um 19 hvalir, sum hava lagt beinini, men hvussu hon verður býtt, hevur hann ikki tikið støðu til.

 

Tað er nakað síðani at Sandoyingar fingu grind, so hann fer at vita um tað ber til at býta til alla oynna, men tað tekur hann støðu til, tá ið merkt er.