Tað vóru nógvar grýlur í havnargøtum í gjár, men serliga hjá einari grýlu gjørdust dagurin minniligur. Tað var ein trý ára gamal Spiderman – grýla, sum varð so óheppin, at villast burtur frá teimum, hon fylgdi við. Tað vóru Superman, Hulk, Pocahontas og Øskufíu, sum hon fylgdust annars fylgdust við og tey skuldu øll at sláa tunnu í einum barnagarði
Løgreglan fekk boðini um at ein grýla gekk einsamøll og lagið var kanska einki serligt. Men tey fóru eftir grýluni og tað gekk ikki so leingi, so fann løgreglan úr av, hvar honhoyrdi heima, so tað var ikki so leingi, so var Spiderman komin upp á pláss aftur og var við at sláa tunnuna saman við øllum hinum.