DANMARK 1. DEILD
Tað gongur ikki væl hjá feløgunum í næstbestu deildini, har føroyingar eru partur av manningini. Í Vejle gongur tað av skriðuni, og síðsta vikan hevur avgjørt ikki boðað frá bjartari framtíð. Mitt í vikuni gjørdi býráðið í Vejle av, at kommunan skal ikki vera partur av ætlanini um stórstadion saman við fleiri øðrum. Tveir dagar seinni gjørdi felagið av, at teir skulu ikki leggja saman við øðrum feløgum, og sunnudagin tapti Vejle enn eina ferð.
Hesa ferð vóru Christian Høgni Jacobsen, sum var á vøllinum allar 90 minuttirnar, og liðfelagarnir á heimavølli ímóti HFK Sønderjylland. Gestirnir skoraðu í 8. og í 12. minutti, og so komu ikki fleiri mál. At tað er lítið hugaligt í Vejle sást kring vøllin. Bara 518 áskoðarar vóru eygnavitni, tá ið Christian Høgni Jacobsen fekk blómutyssi, tí hann nú hevur spælt hálvt hundrað dystir fyri Vejle.
Fyrrverandi landsliðsspælarin Steen Thychosen hevur verið venjari hjá Vejle seinastu mánaðirnar. Nú næstbesta deildin í Danmark fer í vetrarfrí, skal Vejle skifta venjara. Steen Thychosen, sum hevur víst Christian Høgna stórt álit, verður aftur ítróttarstjóri. Christian Høgni Jacobsen hevur í heyst skorað sjey mál í landskappingini. Hóast tað hevur gingið illa hjá Vejle, sum bara er tvey pláss omanfyri niðurflytingarstrikuna, so hevur tað gingið betri hjá føroyska spælaranum, enn tað nakrantíð áður hevur gjørt í Danmark.
Fremad Amager hevði heimavøll ímóti B93, sum eisini er millum feløgini, ið ikki eru serliga væl fyri. Úrslitið var málleysur javnleikur. Tá ið seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt misnýtti Fremad Amager brotsspark. Jann Ingi Petersen var á vøllinum fyrstu 79 minuttirnar. Nú fer hann til Føroya í vetrarfrí. Higartil hevur tað ikki eydnast Fremad Amager at vinna, meðan føroyski miðvallarin hevur verið í felagnum.
Næsta royndin verður 21. mars. Tá skal Fremad Amager spæla á heimavølli ímóti Brønshøj, sum er undir strikuni. Sambært venjaranum hjá Fremad Amager er málið hjá teimum nú at varðveita plássið í deildini í hesum kappingarárinum. Møguleikin fyri hesum verður ikki minst treytaður av, hvussu tað fer at hilnast 21. mars.
Vejle skal í fyrsta umfarinum eftir vetrarsteðgin spæla á útivølli ímóti Horsens, sum er topplið. Tað verður sera torfør uppgáva hjá Chstian Høgna og teimum.
Hesa ferð spældi Horsens á útivølli á Falster. Johan Byrial Hansen og liðfelagarnir vunnu 3?1. Teir hava 40 stig, og várið fer nevyan at vera gamalt, áðrenn teir fara at hava tryggjað sær annað uppflytingarplássið.
Randers FC; sum er nummar tvey við 32 stigum, vann á heimavølli 3?1 ímóti Ølstykke, og Silkeborg, sum er nummar trý, vann á Eysturbrúgv í Keypmannahavn 3?1 ímóti Skjold.
Í botndystinum vann FC Århus 2?1 í Brønshøj, og eitt annað botnlið, B1913, tapti 1?0 á heimavølli ímóti Fredericia. FC Nordjylland og Køge spældu málleysan javnleik.